 
                
                        
Klaksvíkingar fóru seinnapartin til Norðragøtu at spæla seinasta dystin í ár, og at taka ímóti steypinum.
Í steðginum var javnt, men tíðliga í seinna hálvleiki legði liðskiparin Jákup Biskopstø Andreasen KÍ á odda 1-0. Tað leikaði javnt á, og kanska serliga FM-vinnararnir høvdu nógvar góðar møguleikarm, men tað endaði við at vera heimaliðið sum skoraði.
Martin Klein Joensen legði ein dempara á FM-veitsluna tá hann beint fyri leiklok javnaði til 1-1, sum eisini gjørdist úrslitið.
Tað broytti tó einki. KÍ fekk gull um hálsin og kundi lyfta steypið upp í loft.
 
    
 
                 
             
     
             
            
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald