Fótbóltur

Gunnar skoraði og gjørdist dagsins leikari í fyrsta dystinum

Frálík byrjan hjá leirvíkinginum og Víkingi Reykjavík uppá landskappingina á fullsettum heimavølli: Gunnar Vatnhamar og teir vunnu 2-0 á Stjarnuni.

(Mynd: Agnar Prestá)

(Mynd: Agnar Prestá)

2024-04-06 23:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsta málið í fremstu íslendsku landskappingini í ár átti ein føroyingur.

Tað var Gunnar Vatnhamar, ið gjørdi bart í yvirtíðini í fyrra hálvleiki. Miðverjin var komin fram við, og var til reiðar til, tá ein bóltur datt niður. Staddur stutt inni í brotsteignum legði 29-ára gamli leirvíkingurin bóltin trygt í málhornið til 1-0.

Stjarnan royndi at trýsta eftir steðgin og skapti eisini nakrar vandamiklar støður. Um miðjan seinna hálvleik gjørdi Gunnar Vatnhamar fríspark á egnari hálvu og fekk gult kort. Frísparksinnleggið mundi givið mál, og tveir minuttir seinni blokeraði Gunnar skot á stongina.

Víkingur svaraði aftur, og í 73. minutti gjørdist Helgi Gudjonsson brádliga leysur og, hann var tryggur. 2-0 og gott lag á teimum flestu av teimum nakað yvir 1.000 áskoðarunum í kuldanum í Reykjavík.

Teirra millum vóru eisini nakrir føroyingar, ið arbeiða á Ørkini. Teir kundu fagna Gunnari og heimalliðnum eftir dystin: Føroyingurin varð valdur til dagsins spælara: Málið reint, eitt mál og trý stig.

Harvið halda greipuvinnararnir fram, har teir sleptu og eru fyrbils oddalið. Í 2. umfari er Fram á skránni. Breiðablik, við afturvenda Patriki Johannesen, taka ímóti FH í Kópavági mánakvøldið.

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder