Fótbóltur

Gunnar sleppur ikki við til Andorra

Orsøkin er sóttarhaldsreglurnar í Íslandi, og harvið verður mest royndi leikarin á landsliðnum ikki við í ferðalagnum, sum seinni í dag fer til Andorra. Kristian Joensen úr KÍ skal við ístaðin.

Gunnar til landsliðsvenjing í vikuni. 33-ára gamli spældi í gjár sín landsdyst nummar 33 (Mynd: Sverri Egholm)

Gunnar til landsliðsvenjing í vikuni. 33-ára gamli spældi í gjár sín landsdyst nummar 33 (Mynd: Sverri Egholm)

2020-09-04 12:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Íslendska felagið hjá Gunnari Nielsen, FH, hevur biðið føroyska landsliðsmálverjan koma heim, og hann verður tí ikki við ferðalagnum, sum seinni í dag fer til Andorra. 

Hetta skrivar heimsíðan hjá FSF fyrrapartin.

– Tað er sjálvandi sera harmiligt, at eg ikki kann vera við til dystin í Andorra, men tað er ikki so nógv at gera við tað. Eg eri bara heilt fantastiska glaður fyri, at vit fingu ein sigur í gjár, og eg eri eisini vísur í, at liðið nú fer til Andorra og leverar ein góðan innsats har, sigur Gunnar Nielsen við fsf.fo.

Sóttarhalsreglurnar í Íslandi eru strangari enn tær í Føroyum, og landsliðsmálverjin hevði verið noyddur í sóttarhald, tá hann kom aftur úr Andorra. Kaj Leo í Bartalsstovu úr Vali varð úttikin, men hann slapp kortini ikki at savnast við føroyska hópinum, og Patrik Johannesen úr KÍ kom í hansara stað.

Ársins málverji í fjør avloysir Gunnar 

Tað er eisini ein KÍ-leikari, tann sjeyndi í núverandi hópi, ið avloysir Gunnar Nielsen í hópinum. Håkan Ericson hevur sent boð eftir Kristiani Joensen úr KÍ, og hann verður sostatt við í hópinum, sum flýgur úr Vágunum klokkan 15. Hesum boðar Fótbóltssambandið frá. Kristian hevur verið nógv við seinastu árini, men hevur framvegis sín fyrsta A-landsdyst til góðar. Tórður Thomsen úr NSÍ er eisini við í hópinum.

[object Object]
Kristian var í fjør við í hópinum til allar A-landsdystirnar. Hann varð kosin ársins málverji í Føroyum við kappingarenda (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er mest sannlíkt, at tað verður Teitur Matras Gestsson úr HB, sum fer at standa í føroyska málinum sunnudagin. 28-ára gamli málverjin hevur havt eitt frálíkt kappingarár og spældi teir EM-undankappingardystirnar í fjør, ið Gunnar Nielsen ikki var tøkur til - Spania og Noreg á Tórsvølli í juni.

[object Object]
Teitur Gestsson (Mynd: Sverri Egholm)

Gunnar Nielsen spældi í gjár sín landsdyst nummar 58, og harvið hevur hann flest landsdystir av teimum, sum eru aktuellir í løtuni.

Portalurin verður heldur ikki við á landsliðstúrinum hesuferð. Herdu koronatiltøkini eru orsøkin til tað.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder