Fótbóltur

Gunnar Vatnhamar skoraði og varð dagsins spælari í 1. umfari

Gylvi Sigurðsson varð útvístur tíðliga í 2. hálvleiki, men leirvíkingurin og liðfelagarnir hildu málið reint, og í 79. minutti í gjár skoraði Gunnar til 2-0 fyri Víking.

Ein fegin Gunnar Vatnhamar saman við børnunum hjá sær eftir sigurin og persónligu viðgongdina í Reykavík (Mynd: Víkingur Reykjavik)

Ein fegin Gunnar Vatnhamar saman við børnunum hjá sær eftir sigurin og persónligu viðgongdina í Reykavík (Mynd: Víkingur Reykjavik)

2025-04-08 08:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og í 2024, byrjaðu Gunnar Vatnhamar og Vìkingur íslendsku landskappingina við 2-0 sigri á heimavølli. Og eins og í fjør, skoraði sterki føroyski verjuspælarin í 1. umfari.

ÍBV var á vitjan í Reykjavík í gjár. So at siga alt hendi í 2. hálvleiki: Í 49. minutti varð 1-0 til Víking, og fimm minuttir seinni var reyða korti á lofti. Tað var Gylvi Sigurðsson, ið Víkingur keypti í vetur, sum fekk beinleiðis reytt kort.

Gunnar Vatnhamar og teir vardu tó væl víðari við tíggju monnum, og í 79. minutti økti 29-ára gamli leirvíkingurin um leiðsluna. 

Gunnar var komin fram við til hornaspark, og eins og móti Kekkia herfyri, stútaði hann bóltin væl í netið.

[object Object]

[object Object]
Gunnar Vatnhamar hevur eisini skorað fyri landsliðið í ár. Hetta rakk tó ikki til stig (Myndir: Sverri Egholm)

Málið kom væl við hjá Vìkingi. Liðið tapti meistarafinaluna í fjør, men byrjaði hetta kappingarárið væl. Eftir dystin varð føroyski spælarin, ið er farin undir sítt triðja ár í felagnum, kosin dagsins spælari.

Næsta uppgávan hjá Gunnari Vatnhamar og teimum verður á Akureyri sunnudagin. Hetta er liðið hjá Jóan Símun Edmundssyni. KA var uttan Jóan Símun í 1. umfari sunnudagin, tá tað endaði 2-2 í uppgerð við KR Reykjavík.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder