
Í løtuni fyrireika Gunnar Vatnhamar og liðfelagair hansara til størsta evropeiska dystin hjá einum íslendskum felagið nakrantíð.
Víkingur Reykjavík skal í annaðkvøld klokkan 20 spæla móti Panathinaikos í Athen. Fyrri dysturin, har Víkingur hevði "heimavøll" í Helsinki endaði 2-1, og harvið hevur íslendska liðið fyrimunin undan seinna Conference League play-off dystinum.
Sí eisini: Víkingur fekk flott úrslit í Finnlandi
Tað er eitt pláss í áttandapartsfinaluni, sum er uppá spæl. Vinnur Víkingur, ella endar tað við javnleiki í grikska høvuðsstaðnum hóskvøldið, so er liðið víðari.
Gunnar Vatnhamar spældi ikki í fyrra dystinum. 29-ára gamli leirvíkingurin er annars lyklaleikari hjá íslendska høvuðsstaðarfelagnum, men stinni verjuspælarin hevur verið nógv darvaður av skaða síðani landsdystirnar í november. Hann sat tó á bonkinum seinast og kann fáa ein leiklut í avgerandi dystinum í morgin.
Gunnar til venjing í Grikkalandi í gjár (Mynd: Víkingur Reykjavík)
Hava keypt ein av teimum bestu nakrantíð frá Íslandi
Ein, sum heilt víst ikki fær ein leiklut, er Gylfi Sigurðsson. Hann er annars Víkinga-spælari nú.
35-ára gamli miðvallarin er ein tann størsti spælarin í íslendskari søgu. Eftir ákærurnar um kynsliga misnnýslu mótvegis børnum vórðu sleptar í 2023, hevur Sigurðsson fingið yrkisleiðina í gongd aftur í Danmark og síðani í heimlandinum.
Fyrrverandi Premier League-spælarin og mest skorandi spælarin á íslendska landsliðnum nakrantíð spældi við Vali í fjør. Nú hevur eitt annað Rekjavík-felag keypt hann.
Prísurin liggur um 20 milliónir í íslendskum peningini. Hetta svarar til umleið eina millión danskar krónur.
Forsetin hjá Vali er ikki nøgdur við atburðin hjá Gylfa Sigurðssyni, í sambandi við skifti. Meistararnir úr Breiðablik bjóðaðu eisini uppá miðvallaran, men hann endaði í Víkingi. Gylvi Sigurðsson hevur tó ikki loyvi at spæla í Conference League nú - freistin fyri skráseting er farin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald