
Heldur ikki hesaferð eydnaðist sørvingum at taka trónuna frá Mjølni. Hetta var tó ikki tí, at teir hjá SÍ ikki góvu alt á Giljanesi í kvøld. SÍ var best í grundspælinum, vann fyrstu finaluna,og var á odda 2-0 í settum í triðju og avgerandi finaluni í kvøld. Liðið hevði eisini dystarbóltar í 5. og seinasta dysti. Men tað skuldi ikki ganga móti teimum harðføru, tvøru og sigursvandu úr Klaksvík í dramatisku og flottu triðju FM-finaluni
Í fyrsta setti var SÍ nakað omaná og vann við trimum bóltum. Annað settið gjørdist langt, hádramatiskt og vendi nakrar ferðir. Sørvingar vóru nógv betri frá byrjan, men so líðandi tók Mjølnir yvir. Føroyameistararnir lógu til at vinna, men so endaðu servir í netinum, men sló ikki ígjøgnum, meðan sørvingar fingu alt at rigga gjøgnum miðjuna og í blokkinum, umframt at teir vóru kaldari. Neyðugt var við at spæla upp í 30.
2-0 og so var tungt hjá Mjølni. Í triðja setti var tó sum so eingin ivi. Mjølnir var allatíðina nakað frammanfyri, og so líðandi var bara spurningur um, hvussu stórur sett-sigurin fór at verða.
SÍ fann rútmuna aftur eina løtu tíðliga í 4. setti, men so vann Mjølnir níggju bólar á rað og vann eisini hetta setti rímiliga greitt. Phil Freere og Steffan Rosenlund Olsen slógu ígjøgnum við megi og yvirskoti, og blokkurin hjá Mjølni sat suverent hesi settini.
2-2 og harvið varð talan um eitt veruligt gullsett, hóast tað ikki eitur so nú. Tað sá út til at Mjølnir bara fór at halda stiman koyrandi frá undandfarnu settunum. Tað var 5-0, 8-2 og einaferð stóð 13-8, og tað angaði av søta sigursrákanum fyri sjeyndu ferð á rað. Men so vendist alt.
Brádliga eydnaðist alt hjá sørvingum. Teir vildu ikki leggja seg, komu á 14-13 og høvdu tríggjar dystarbóltar innan eina lítla løtu. Høllin á Giljanesi var á gosi. Men aftur gjørdi Mjølnir-blokkurin og sløgini á kantinum stóran mun, og gestirnir fingu koppa tí. Tað varð 18-17 til Mjølnir eftir flott smash hjá Steffani Rosenlund Olsen, og síðani vórðu dysturin og FM-heitið avgjørt, tá SÍ sló tepurt útav.
Polestar-deildin (Menn) - 3. og avgerandi FM-finalan
27.03 á Giljanesi *
SÍ - Mjølnir 2-3
25-22, 30-28, 19-25, 20-25, 17-19
*Spældu ikki í Sørvági tí høllin har ikki er góðkend til finalur
Á myndunum sá út til, at bólturin snittaði fingrarnar á einum í Mjølnir-blokkinum, og at tað harvið skuldi verið 18-18 og spælast víðari. Men hetta mettu dómararnir ikki, og so kundu spælarar hjá Mjølni og mongu viðhaldsfólkini stórfegnast í Vágum – hetta um sjeynda føroyameistaraheitið á rað.
Stórt vónbrot hjá SÍ nú 120-ára dagur felagsins nærkast. Enn er steypakappingin tó eftir, og í kvøld góvu SÍ og Mjølnir hyggjarunum eina ógvuliga minniliga og nærum óvanliga spennandi triðju FM-finalu.
Skýggamynd: Televarpið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald