Fótbóltur

H71 á veg í finaluna - Neistin hevur fyrimunin í uppgerðini við KÍF

Tað var steypadrama í Kollafirði og á Skála. KÍF syrgdi móti endanum fyri, at munurin bert er eitt mál áðrenn seinnu hálvfinaluna - H71 fekk økt um munin seinastu løtuna móti StÍF.

Tað er framvegis púra opið millum Neistan og KÍF, ið dystast um annað finaluplássið (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er framvegis púra opið millum Neistan og KÍF, ið dystast um annað finaluplássið (Mynd: Sverri Egholm)

2021-02-10 22:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tær fyrru hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini hjá monnum vórðu leiktar í kvøld.

Í Kollafirði leikaði ógvuliga javnt á tað mesta av vegnum, men tíggju minuttir fyri tíð legði Neistin seg á odda við trimum málum, og tá Herbjørn Lava skoraði í 24. minutti var tað til 20-24. Tá undirtveir minuttir restaðu í, hevði útiliðið eina trý máls-leiðslu, men so skoraðu kollirðingar tvær ferðir, og harvið er alt opið undan seinnu hálvfinaluni, sum verður á Høllini á Hálsi sunnudagin.

[object Object]
Neistin fekk ikki forða KÍF at koma heilt nær við aftur (Mynd: Sverri Egholm)

H71 tryggjaði sær eitt heilt gott útgangsstøði. Hoyvíkingar vardu fyri tað mesta heilt væl, men í tveimum førum í fyrra parti av 1. hálvleiki hevði heimaliðið eina trý-máls leiðslu - millum annað takkað væleydnaðum sjey ímóti seks spæli. H71 fekk síðani betri tamarhald og vendi tí uppá tíggju minuttir til eina tvey-máls leiðslu til sín fyrimun. StÍF fekk tó svarað aftur áðrenn hálvleik, og í steðginum var javnleikur 13-13. 

[object Object]
Royndi Jóannes Prestá - toppskjúttin hjá StÍF - roynir at verja fyri roynd hjá unga talntinum, Róa Ellefsen á Skipagøtu, ið gjørdi mun fyri H71 fyrsta partin av øðrum hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)

Fyrstu løtuna av 2. hálvleiki vóru tað verjurnar, ið serliga myndaðu dystin. Tað leikaði framvegis javnt á, og beint eftir at H71 kom upp á 2+, fekk útiliðið eina útvísing, ið StÍF gjørdi sær dælt av, og tá komið var framvið helminginum av hálvleiki var aftur javnleikur. Hesa løtuna tóku StÍF-leikararnir ábyrgd, fullsetta høllin kókaði, men so byrjaðu teir í hvítum og reyðum at gera nøkur mistøk og brenna nakrar møguleikar.

[object Object]

[object Object]
Ein sjáldsom hending (Myndir: Sverri Egholm)

Hetta seinna átti serliga Ári Dam æruna av. Hann kom inn í H71-málið og byrjaði við at bjarga brotskasti frá Bjarna Selvindi umframt returbóltinum. Langskot fekk hann eisini fatur á, og tað loysti seg ikki at lobba móti Ára, ið eisini megnaði at bjarga og koppa málinum í somu atgerð. Hetta var, tá hann kom tvísporandi inn á vøllin, eftir at annars fína sjey ímóti seks spælið hjá H71 miseydnaðist, og við hesi bjargingini tók royndi málverjin uppaftur meira brodd av StÍF, ið nú skal vinna við minst fýra - um teir fáa 27 ella fleiri mál-  ella fimm málum í Hoyvík.

KÍF - Neistin 24-25 (13-14)
Toppskjúttar: Rasmus Søby 7 mál, Hans Eli Sigurbjørnsson 6 mál

Sí eisini: Myndir: KÍF - Neistin

StÍF - H71 22-26 (13-13)
Toppskjúttar: Pætur Thomsen 8 mál, Jóannes A. Prestá 5 mál

Sí eisini:  Myndir: KÍF - Neistin

Seinnu hálvfinalurnar: 
16.00: Neistin - KÍF
18.00: H71 - StÍF

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder