Hondbóltur

H71-dreingir avlýsa venjing og dystir í eina viku

Felagið kann ikki gera annað enn at fylgja tilmælini, sum felagið fær frá landslæknanum, vísir forkvinnan í hondbóltsfelagnum á.

Anna Dam (í miðjuni), forkvinna í H71 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Anna Dam (í miðjuni), forkvinna í H71 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-11-30 12:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hondbóltsfelagið H71 í Hoyvík hevur fyribils støðga allari venjing og øllum dystum hjá tveimum dreingjaárgangum í felagnum.

Hetta hendir eftir at ein av dreingjunum, sum spælir á U16 liðnum hjá felagnum varð testaður positivur fyri korona í farnu viku. Tí vóru dystirnir, sum bæði U16 og U14 skuldu spæla í vikuskiftinum avlýstir, og eisini øll venjingin hesa vikuna.

Orsøkin til at U14 eisini er rakt er, at U16 og U14 liðini spældu ein venjingardyst síðsta týsdag.

- Okkara tilmæli til leikarar og foreldur er tað, vit fáa frá landslæknastovninum, og tað er at avlýsa dystir og venjing í minst eina viku. Í morgin er ein vika farin síðan liðini spældu venjingardyst, og tá vikan er av, eru tíggju dagar farnir. Tað verður mett at vera nóg mikið, sigur Anna Dam, sum er forkvinna í H71.

Áheitanin til foreldur og avvarðandi er at fáa leikararnar kannaðar fyri korona eftir tilmæli frá landslæknaembætinum.

- Vit eru ikki heilsumyndugleiki, og hava bara ávirkan á tí, sum viðvíkir venjing og dystum, vísir Anna Dam á.

Tað sigur hon í sambandi við, at ávís ónøgd er komin fram á kjaktráðum fyri foreldur á sosialu miðlunum í sambandi við henda tilburðin. Eitt nú hvussu felagið tryggjar sær, at allir eru kannaðir, tá dreingirnir møta til venjing aftur eftir eina viku.

- Vit kunnu ikki seta krøv. Vit kunnu bara heita á leikarar og foreldur um at halda seg til vegleiðingarnar, sigur Anna Dam.

Ikki fyrstu ferð hjá H71
Hon vísir á, at felagið fyrr hevur uppliva eina slíka støðu. Tað var í august tá ein yngri genta, sum spælir hondbólt við H71 fekk smittuna heima. Ta ferðina spældi tað væl av fyri H71, og vónin er at tað sama hendir hesaferð eisini.

Anna Dam vísir á, at í hvørgum av hesum báðum tilburðunum er smittan hend í sambandi við hondbóltsvirksemi. Spælararnir eru smittaðir heima í familjuni, vísir hon á.

Hesin seinasti tilburðurin hevur havt ta ávirkan, at allir næmingar á Nám X í Eysturskúlanum eru bidnir um at halda seg heima fyribils.

Les eisini: Nám X rakt av korona    

Í gjár var enn ein tilburður av korona funnin í Føroyum, og corona.fo  skrivaði, at talan var um smittutilburð, ið er “partur av smittuketu, sum landslæknin fylgir”.

Talan er sambært H71-forkvinnuni ikki um ein leikara hjá teimum.

- Um tað var ein av okkara leikarum, so rokni eg við, at vit høvdu fingið boð um tað. Tað hava vit ikki, sigur Anna Dam.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder