Hondbóltur

H71 er greipuvinnari í stórum stíli

Hoyvíkingar høvdu hondbóltsframsýning í Hoyvíkshøllini og vunnu eisini triðju finaluna - hetta við átta málum. Fjórða FM hjá H71 á manssíðuni seinastu fimm árini.

2026-04-25 20:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

H71 hevði vunnið FM-finalu nummar eitt og nummar tvey og harvið kundu hoyvíkingar avgerða alt á heimavølli í kvøld.

Tað ætlaði liðið hjá Djóna Gaard Joensen av álvara. Hetta vísti H71 fyrstu minuttirnar, har Kyndils-verjan var til kryvjing: Tað var 11-6 eftir tíggju minuttir, og hóast teir í grønum royndu at hanga í, so gjørdist tað ongantíð spennandi í Hoyvík.

Eins og í steypafinaluni millum liðini í februar, var H71 bara ov sterkt: Allan vegin runt.

Í byrjani var tað serliga við flúgvandi álopsspæli og nógvum góðum fyrstu og aðru bylgjum. 16-ára gamli Boas Ellefsen á Skipagøtu byrjaði ógvuliga væl og varð javnsettur toppskjútti við 9 málum - saman við Jákupi Egholm sum nú fer uttanlands at royna seg.

Høgni Heinason og Brian Slyne gjørdu tað eisini frálíka væl í bakketuni - við fintum og flottum málum. Serliga stóð Slyne fyri tí fagurfrøðiliga, men sum heild var H71-spælið flott og sannførandi: Helgi Hildarson Hoydal vísti á nógvan hátt vegin og í málinum kom Torstein Sivertsen aftur inn við flottum bjargingum.

Sigurin ongantíð í vanda og 42-34 at enda. Steypahandan í Hoyvík skjótt - sum so ofta. Fjórða FM hjá H71 á manssíðuni seinastu fimm árini: H71 hevur vunnið tað aftur frá Kyndli á sannførandi hátt.

Meira úr Hoyvík seinni 



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder