Nú vit koma longur út á várið, koma kappingarnar í ymsu vetrarítróttunum at enda. Soleiðis er millum annað í ungdómshondbólti, og í gjárkvøldið varð seinasti dysturin í kappingini hjá U18-dreingjunum leiktir.
Talan var um ein avgerðandi dyst, tí H71 skuldi hava stig í Høllini á Hálsi fyri at yvirhála vestmenningar, sum vóru á 1. plássinum og sum høvdu spælt sín seinasta dyst.
Tað eydnaðist eisini hjá hoyvíkingum at vinna og harvið tryggjað sær føroyameistaraheitið hjá dreingjum 18 í tættari kapping við VÍF. H71 vann 42-30 á Kyndli. Neistin fær bronsuna.
Av tí at H71 eisini vann steypafinaluna - 32-22 á Neistanum - so eru hoyvíkingar greuipuvinnarar hjá U18 fyri 2020/2021
Hondbóltur
H71 føroyameistari hjá U18 dreingjum
Ungu hoyvíkingarnir tryggjaðu sær gullið, og harvið eisini greipuna, við sigri á Kyndli í gjárkvøldið.
Mynd: hsf.fo
2021-03-24 17:44
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald