Endurtøkan av steypafinaluni endaði við greiðum H71 sigri. Dysturin um Lionsbikarið 2022 hjá kvinnum við einum 38-22 sigri til H71 móti Kyndli.
Hálvleiksstøðan var 18-12 til H71.
Hetta er startskotið til hondbóltskappingina, sum byrjar í næstu viku.
Sum altíð hava dystirnir um Lionsbikarið annað og meira upp á seg enn bara hondbóltin, tí teir verða fyriskipaðir í samstarvið millum Hondbóltssambandið og Lions Club í Føroyum, og tí verður eitt vælgerandi endamál eisini stuðlað.
Hesaferð verður tað áhugafelagið, Hoyr, ið fær ágóðan frá dystunum um Lionsbikarið og eisini frá stórsteypadystunum, ið verða spældir til várs.
Mansdysturin millum H71 og KÍF fór í gongd klokkan 18.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald