2022-09-06 11:10
            
        
         
                
                        
Lutakast hevur í dag verið í European Cup hondbóltskappingini fyri menn. Føroysku meistararnir skulu spæla móti Partizan Beograd.
Hondbóltssambandið skrivar, at talan er um eitt avbjóðandi lutakast, tí Partizan gjørdist nummar 2 í serbisku hondbóltskappingini, bæði í 2020/21 og 2021/22.
Søguliga er Partizan eisini tað næstmest vinnandi felagið í serbiskum hondbólti.
Dystirnir skulu avgreiðast millum 29. oktober og 6. november.
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald