Hondbóltur

H71 og Neistin væl við í stríðnum um hálvfinalupláss

Tríggir dystir vórðu í steypakappingini hjá monnum seinnapartin. H71 vann á KÍF, VÍF vunnu sín dyst móti StÍF, og Neistin vann tryggan sigur móti grannunum úr Kyndli.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-01-24 23:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tríggir dystir vórðu leiktir í steypakappingini hjá monnum seinnapartin.

Við tryggum 36-24 sigri móti Kyndli í bólki 2, liggur Neistin væl fyri í stríðnum um hálvfinalupláss. Kyndilsmenn tóku øll á bóli fyrr í vikuni, tá teir vunnu á oddaliðnum VÍF, men í grannauppgerðini í dag riggaði ikki líka væl. Støðan í hálvleikinum var 18-11 til Neistan.

Hoyvíkingar liggja eisini væl fyri at fáa eitt hálvfinalupláss. Kollfirðingar sum vórðu á vitjan í Hoyvíkshøllini løgdu væl fyri, og vóru á odda 17-13 í hálvleikinum. Men í seinna hálvleiki hálaði H71 seg inn á KÍF, og hoyvíkingar endaðu við at vinna dystin 29-25.

Í Vestmanna, har strandingar vóru á vitjan bleiv spennandi. Í steðginum var støðan 15-7 til VÍF, men StÍF kom inn í dystin aftur, og kundi arga VÍF um illa vildi til hjá vestmenningum. VÍF vann dystin 25-23.

Team Klaksvík og næstbesta liðið hjá H71 spæla hósdagin, og 3. februar verða seinastu dystirnir í bólkaspælinum, og finnast skal útav hvørji lið skulu spæla hálvfinalurnar.

H71 - KÍF (29-25) 13-17
Pætur Thomsen 9 mál og Peter Krogh 9 mál, H71
Hans Eli Sigurbjørnson 10 mál, KÍF

Støðan í bólki 1
1. H71 (4 stig)
2. KÍF (2 sig)
3. Team Klaksvík (0 stig)
4. H71 2 (0 stig)

Hósdagur 28.01.21 kl. 20.00 Team Klaksvík – H71 2
Mikudagur 03.02.21 kl. 20.00 H71 – Team Klaksvík
Mikudagur 03.02.21 kl. 20.00 KÍF – H71 2

VÍF - StÍF (25-23) 15-7
Sjúrður Olsen 10 mál, VÍF
Bjarni í Selvindi 7 mál, StÍF

Neistin - Kyndil (36-24) 18-11
Rasmus Søby 9 mál, Neistin
Anders Risdal og Borgar Sveinsson 5 mál, Kyndil

Støðan í bólki 2
1. Neistin (4 stig)
2. Kyndil (2 stig)
3. VÍF (2 stig)
4. StÍF (0 stig)

Mikudagur 03.02.20 kl. 20.00 StÍF – Kyndil
Mikudagur 03.02.20 kl. 20.00 VÍF – Neistin

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder