Hondbóltur

H71 og StÍF kunnu spæla seg í FM-finalurnar í kvøld

VÍF og Kyndil hava tó heimavøll nú og skulu ávikavist klokkan 16 og klokkan 19 reisa seg eftir 25-29 tap og syrgja fyri einari hálvfinalu afturat. Til ber at fylgja gongdini á Portalinum.

Mladen Mjerimacka og VÍF skulu forða Jákupi Egholm og H71 í at tryggja finaluplássið í dag. Vinnur VÍF, so verður talan um eina triðja FM-hálvfinalu mikukvøldið (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Mladen Mjerimacka og VÍF skulu forða Jákupi Egholm og H71 í at tryggja finaluplássið í dag. Vinnur VÍF, so verður talan um eina triðja FM-hálvfinalu mikukvøldið (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-04-13 12:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hóskvøldið vunnu tey bæði liðini, sum eisini vunnu fjórðingsfinalurnar í Burn-deildini. StÍF og H71 vóru á heimavølli - bæði vunnu 29-25 í fyrstu hálvfinalunum.

Sí eisini: StÍF og H71 hava nú finalufyrimunin

Harvið hava VÍF og Kyndil knívin á bakranum í kvøld. Bæði eru í tí støðu, at tey skulu vinna fyri at framvegis hava finalumøguleika.

Man skal vinna tvær hálvfinalur fyri at koma í FM-finalurnar. Um tað verður ein annar vinnari í uppgerðini nú, í mun til hóskvøldið, so snýr tað seg um triðju hálvfinalu(r) mikukvøldið.

StÍF og H71 vóru bæði nakað betri í fyrstu dystirnar, har mótstøðuliðini møguliga eisini skuldu banka nakað av rusti av.

Í Vestmanna spæla teir klokkan 16. Kyndil tekur móti StÍF klokkan 19.

[object Object]Skíggjamnd: hsf.fo

Til ber at fylgja gongdini í seinnu/øðrum hálvfinalunum ovast á portal.fo.
Dystirnri kunnu stromast á live.hsf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder