Hondbóltur

H71 sigraði í sínum fyrsta evropiska dysti

Hoyvíkingar spældu framúr væl í fyrru hálvu av 2. hálvleiki í Challenge Cup-dystinum móti Maribor og vunnu 25-24. Seinni og avgerandi dysturin verður sunnukvøldið - hoyvíkingar irða seg harvið um, at sigurin í kvøld ikki gjørdist størri, tí tað kundi hann verið.

Peter Krogh gjørdist toppskjútti hjá H71 við seks málum og leikti sera væl í miðverjuni (Mynd: Sverri Egholm)

Peter Krogh gjørdist toppskjútti hjá H71 við seks málum og leikti sera væl í miðverjuni (Mynd: Sverri Egholm)

2019-10-11 20:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Byrjanin hjá H71, í sínum fyrsta evropeiska dysti nakrantíð, varð heldur merkt av fjáltri og nógvum villum. Upplagdir møguleikar vórðu misnýttir, og bóltar vórðu blakaðir burtur. Tíbetur fyri hoyvíkingar gjørdu slovenar eisini fleiri grundleggjandi mistøk, og verjan hjá føroyameistarunum riggaði sera væl frá byrjan.

Myndir: H71 - Maribor Branik

Fyrri hálvleikur var sum heild javnur. Tað sást, at hetta bar væl til, og í fyrru hálvu av 2. hálvleiki sat H71 á øllum og vann hana við sjey málum: 11-4. Álopi koyrdi frálíka væl, og hoyvíkingar skoraðu frá øllum plássum. Eftir seinna time-outi hjá Maribor vendist dysturin tó, og leiðslan fór frá 23-16 til 23-21 uppá stórar tíggju minuttir, har H71 ikki fekk bóltin framvið innskifta slovenska málverjanum. Tá høvdu slovenar møguleika at minka meira um munin, men Hørður Trygvason bjargaði brotskasti, toppskjúttin Peter Krogh økti síðani, og sigurin kom í hús.

Søguligt og stórt kvøld hjá H71, men í leguni hjá teimum svørtkløddu iðra teir seg helst um, at munurin ikki gjørdist størri, tí tað er samanlagda úrsliti yvir báðar dystirnar í vikuskiftinum, ið telur. Sunnukvøldið klokkan 19 hittast H71 og RK Maribor Branik aftur í Høllini á Hálsi

EHF Challenge Cup, 2. umfar
Høllin á Hálsi, 11. oktober
H71 – RK Maribor Branik 25-24 (11-12)

Liðið frá byrjan: Ári Egason Dam – Hans Kári Hansen, Vilhelm Poulsen, Peter Krogh, Pætur Mikkjalson, Rúni Vest Højgaard, Leivur Mortensen

17-ára gamli Pauli Mittún kom tíðliga inn og spældi so at siga restina av dystinum. Hilmar Leon Jakobsen spældi eina løtu í báðum hálvleikunum. Pætur Thomsen var eisini inni á høgra vongi.

Útvísingar:
Rúni Vest Højgaard


Málskjúttar hjá H71:
Peter Krogh 6
Vilhelm Poulsen 5
Pætur Mikkjalsson 5
Leivur Mortensen 3
Pauli Mittún 2
Rúni Vest Højgaard 1
Hans Kári Hansen 1
Hilmar Leon Jakobsen 1
Pætur Thomsen 1


Bjargingar:
Ári Dam 10 (1)
Hørður Trygvason 2 (1)

Dystargongdin: 
5.min 1-2
10 min 2-4
15 min: 5-5
20 min 6-7
25 min 8-8
35 min: 14-13
40 min: 18-14
45 min 22-16
50 min: 23-19
55 min: 23-21

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder