Hondbóltur

H71 spælir í Hoyvík fríggjakvøldið og leygarkvøldið - Neistin í Kosovo

Tvey av liðunum í í SMS-deildini spæla European Cup-dystir um vikuskiftið. Neistin spælir báðar dystirnar á útivølli, meðan H71 hevur heimavøll fríggjadagin og leygardagin klokkan 19.

H71 tekur móti HB Dudelange úr Luksemborg í Hoyvíkshøllini 2. og 3 oktober (Mynd: Sverri Egholm)

H71 tekur móti HB Dudelange úr Luksemborg í Hoyvíkshøllini 2. og 3 oktober (Mynd: Sverri Egholm)

2026-09-30 17:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsta umfarið í European Cup hjá monnum var fyrr í mánaðinum, og nú er talan um 1. umfar hjá kvinnum.

Eins og hjá monnum, eru tvey føroysk feløg við.

Talan er um um H71 og Neistan.

Neistakvinnur skal av landinum og møta tær KHF Samadrexha í Kosovo, meðan H71 tekur móti HB Dudelange úr Luksemborg í Hoyvíkshøllini.

Tað er vanligt í fyrstu umførunum, at liðini avtala at spæla báðar dystirnar á sama staði og sama vikuskifti.

Hondbóltssamband Føroya vísir á, at í báðum førðunum liggja dystirnir fríggjadagin og leygardagin.

Dystirnir liggja soleiðis:
Fríggjadagin 2. oktober kl. 17.00
KHF Samdrexha- Neistin

Fríggjadagin 2. oktober
kl. 19.00 HB Dudelange – H71 (Hoyvíkshøllin)

Leygardagin 3. oktober kl. 17.00
Neistin – KHF Samdrexha (Kosovo)

Leygardagin 3. oktober kl. 19.00
H71 – HB Dudelange (Hoysvíkshøllin)

Portal Play arbeiðir við at fáa dystirnar á pallin

VÍF luttekur eisini í European Cup hjá kvinnu og skal, eins og Neistin, spæla í Kosovo.

Silvurvinnararnir í fjør spæla tó ikki sínar dystir í umfarinum fyrrenn í næstu viku, 
fríggdagin 9. og sunnudagin 11. oktober. VÍF møta KHF Ferizaj úr Kosovo, har báðir dystirnir verða leiktir í Kosovo.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder