Hondbóltur

H71 stóran fyrimun - javnleikur á Hálsi

H71 vann sær stóran fyrimun við sjey málum til seinnu hálvfinaluna meðan tað endaði púra javnt millum Neistan og Kyndil.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-02-07 21:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Báðar tær fyrru hálvfinalurnar í Faxe Kondi-kappingini hjá kvinnum vórðu leiktar í dag. H71 vann stórt á strandakvinnum, men á Hálsi endaði púra javnt, 25-25.

Hoyvíkskvinnur lótu ongan iva vera á Skála seinnapartin. H71 vann dystin 28-21 og støðan var 13-10 til útiliðið í hálvleikinum. Leygardagin hittast liðini aftur, og alt bendir á, at tað verður H71, sum verður í finaluni, men enn er einki avgjørt.

Á Hálsi var spenningur og dramatikkur. Kyndil byrjaði væl betri í grannauppgerðini móti Neistanum, men sum fráleið komu neistakvinnur inn í dystin aftur, og komu eisini á odda síðst í dystinum.

Men tað endaði javnt, 25-25, og tí er øgiligur spenningur undan seinnu hálvfinaluni.

Í síðsta fríkastinum í dystinum rakti Marjun Danberg ein kyndilsleikara í andlitið og fekk reytt kort og blátt kort. Avgerð skal tískil takast til um lyklaleikarin hjá Neistanum skal hava leikbann til næsta dyst.

Leygardagin bresta liðini saman aftur, og tá skal avgerast hvør skal í steypafinaluna.

StÍF - H71 (21-28) 10-13
Haruka Gima 9 mál, StÍF. Jana Mittún 11 mál, H71

Neistin - Kyndil (25-25) 8-12
Fríða á Dunga 10 mál, Neistin. Nadia Pejovic 7 mál, Turið Arge Samuelsen 7 mál, Kyndil

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder