Hondbóltur

H71 tapti eisini 29-22 í seinna dystinum í Kroatia

Samanlagt taptu ungu hoyvíkingarnir við 14 málum fyri Trogir í 2. umfari í European Cup. Í kvøld klokkan 18 spælir VÍF sín fyrra dyst í umfarinum.

H71 stríddist ímóti í Kroatia, men munurin var greiður samanlagt. Í dag og í morgin skal VÍF royna seg í Luksemborg (Mynd: Sverri Egholm)

H71 stríddist ímóti í Kroatia, men munurin var greiður samanlagt. Í dag og í morgin skal VÍF royna seg í Luksemborg (Mynd: Sverri Egholm)

2023-10-14 08:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum føroyameistari kom H71 beinleiðis inn í 2. umfar í European Cup. Nógvar broytingar hava verið í hópinum hjá hoyvíkingunum í summar, og við nærum einum U21-liði tapti H71 við samanlagt 14 málum yvir tveir dystir í Kroatia.

Seinni dysturin varð spældur í gjárkvøldið, og hann endaði sum tann fyrri: 29-22.

Sum heild hevði H71 aftur trupulleikar við fysikkinum. Kroatar vóru sterkir og tungir og komu við einum øgiligum fysiskum trýsti. 

Verjan og málverji hjá heimaliðnum vóru, eins og mikukvøldið, stinn og sterk. Hoyvíkingar vóru ikki nóg kyniskir og fingu sum heild ikki spælið at koyra nóg væl.

Í steðginum var munurin fimm mál, 14-9, og tað gjørdist ongantíð spenningur í uppgerðini aftur. Tað eru tó ymiskir lærdómar til menning og royndir, ið hoyvíkingar kunnu taka við, nú teir royndu seg móti liði úr væl sterkari deild.

Dysturin kann síggjast í fullari longd her

Í kvøld, leygardagin 14. oktober, og í morgin, sunnudagin 15. oktober, eru tað VÍF-menninir, sum skulu í eldin í 2. umfari í kappingini. VÍF komu til Luksemborg í góðari tíð. Har skulu vestmenningar møta Handball Esch í sínum fyrsta evropeiska dysti í 25 ár. Báðir dystirnir millum liðini byrja klokkan 18.00.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder