Hondbóltur

H71 basti Kyndli

Í teprum og málfátøkum dysti í Høllini á Hálsi vóru hoyvíkingar omaná, og fingu síni fyrstu stig í ár.

Rúni Vest Højgaard gjørdist besti málskjútti hjá H71 og í dystinum við fimm málum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Rúni Vest Højgaard gjørdist besti málskjútti hjá H71 og í dystinum við fimm málum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2018-09-25 21:43 Author image
Agnar Prestá

Ein dystur í Okkara-deildini er leiktur í kvøld. Føroyameistararnir leiktu grannauppgerð ímóti steypavinnarunum, og talan gjørdist um ein tættan dyst.

Hoyvíkingar vóru annars væl omaná í 1. hálvleiki, og førdu við seks málum eina løtu í 2. hálvleiki. Men kyndilsmenn, ið høvdu trupult við at skora mál, komu væl aftur og minkaðu niður til eitt mál.

Tað var tó ov seint hjá heimaliðnum, ið tapti fyri fyrstu ferð í ár. Hoyvíkingar eru nú á talvuni.

Kyndil - H71 17-18 (7-11)
Toppskjútti: Rúni Vest Højgaard (H71) 5 mál


Støðan í Okkara-deildini: 
1. VÍF (5 stig)
2. Neistin (4 stig)
3. Kyndil 3 stig
4. StÍF (2 stig)
5. KÍF (2 stig)
6. H71 (2 stig)
7. Team Klaksvík (0 stig)

placeholder
placeholder