Hondbóltur

H71 tryggjað sær í minsta lagið annað plássið

Hoyvíkskvinnur vendu í gjárkvøldið dystinum móti Neistanum og kunnu nú við sigri í seinasta umfarinum í grundspælinum taka fyrsta plássið.

Neistin hevði leiðsluna tað mesta av dystinum, men H71 hevði ein góðan endaspurt. Eins og í steypafinaluni í farna mánaði skoraði Durita Toftum seinasta málið hjá H71 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Neistin hevði leiðsluna tað mesta av dystinum, men H71 hevði ein góðan endaspurt. Eins og í steypafinaluni í farna mánaði skoraði Durita Toftum seinasta málið hjá H71 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-03-12 12:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið var endurtøka av steypafinaluni, tá H71 og Neistin brustu saman - hesaferð í Hoyvíkshøllini.

Tað var útiliðið, ið var omaná so at siga allan dystin. Tá tíggju minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki, var støðan 8-13. Tað eydnaðist hjá H71 at koma nærri í 2. hálvleiki, og talan var um ein spennandi dyst.

Neistin kom á odda við trimum, tá tíggju minuttir vóru eftir, men eitt tíðarskeið ímóti endanum, har seks mál komu, og H71 skoraði fimm teirra, gjørdi stóran mun. Maria Halsdóttir Weyhe legði H71 á odda 25-24, tá beint yvir ein minuttir var eftir, og tá tað so ikki eydnaðist Neistanum at skora í næsta álopinum, kundi Durita Toftum so at siga avgerða dystin - eins og í steypafinaluni.

Við sigrinum hava hoyvíkskvinnur tryggjað sær í minsta lagi 2. plássið í grundspælinum. Um steypavinnararnir vinna á Kyndli í Hoyvík 28. mars, so endar H71 ovast orsakað av úrslitum í innanhýsis dystum. Eftir dystin í gjár er eisini greitt, at Neistin endar nummar trý í grundspælinum.

Seinasta liðið í hálvfinalunum verður StÍF. VÍF misti fyri kortum møguleikan, og mikukvøldið taptu vestmannakvinnur á heimavølli fyri botnliðnum, Stjørnuni, sum serliga seinna partin av árinum hevur verið væl við. 

SMS-deildin
Hósdagin 11.03

H71 - Neistin 26-25 (12-15)
Toppskjúttar: Maria Halsdóttir Weyhe 7 mál, Jana Mittún 6 mál, Marjun Danberg 6 mál

Mikudagin 10.03
VÍF - Stjørnan 28-30

Støðan undan seinasta umfari í grundspælinum
1. Kyndil 29 stig
2. H71 27 stig
3. Neistin 21 stig
4. StÍF 16 stig
5. VÍF 10 stig
6. VB 9 stig *
7. Stjørnan 6 stig

Ein dyst færri - spæla á Skála sunnudagin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder