Fótbóltur

Samandráttur: ÍVB - KÍ

Suverena oddaliðið vann 2-1 í spennandi dysti í Fuglafirði í fyrsta dystinum eftir koronasteðgin, ið kom í kappingina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-08-25 18:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ vann sunnudagin tólvta sigurin útav tólv møguligum í Betrideildini hjá kvinnum. Oddaliðið hevði fleiri stórar málmøguleikar fyri steðgin, millum annað brendi Evy á Lakjuni eitt brotsspark, men tað var heimaliðið, ið kom á odda tíðliga í 2. hálvleiki.

Evy gjørdi tað tó gott aftur við máli til 1-1, og tá eitt korter restaði stútaði Birita Ryan bóltin í málið til 2-1. Harvið hevur KÍ meira enn tjúgu stig niður til nummar tvey, og er tætt uppá at fáa FM-heiti í hús.

Sí málini og hæddarpunktini omanfyri. Upptøkurnar eigur FSF (Fotografur: Johnny Lamhauge)


Sunnudagin 23.08

ÍF/Víkingur/B68 - KÍ (1-2)
52’ Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir 1-0
68’ Evy á Lakjuni 1-1
75’ Birita Ryan 1-2

Støðan

1. KÍ (36 stig) 12 dystir
2. NSÍ (15 stig) 10 dystir
3. HB (13 stig) 11 dystir
4. ÍF/Víkingur/B68 (12 stig) 11 dystir
5. B36 (11 stig) 11 dystir
6. EBS/Skála (4 stig) 11 dystir

Skráin næstu dagarnar

Mikudagin 26. august
20.00: KÍ – EBS/Skála
           HB – NSÍ 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder