Fótbóltur

Håkan Ericson fer at kunngera sín fyrsta landsliðshóp í morgin

Tíðindafundur verður fyrrapartin í morgin. Føroyar spæla ímóti Malta og Andorra í Nations League ávíkavist 3. og 6. september.

2020-08-23 19:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eingin landsliðsfótbóltur hevur verið í 2020. Tískil hevur nýggi svenski venjarin hjá føroyska A-landsliðnum, Håkan Ericson, verið noyddur at bíða leingi eftir sínum fyrsta dysti.

Nú er hann helst ikki langt vekk. Sum nú er, skulu Føroyar spæla í Nations League um 11 dagar, tá Malta vitjar Tórsvøll. Um tvær vikur er dystur á skránni í Andorra. Tað hevur verið tosað um, at tað er ein møguleiki fyri, at kappingin ikki verður til nakað orsakað av koronastøðuni. 

Eftir ætlan skuldi ein venjingarlega verða fyrr í hesum mánaðinum, men av tí at korona spreiddi seg aftur í Føroyum, varð hetta av ongum.

Nú skal Håkan Ericson so taka út sín fyrsta hóp. Tað er óvist, hvussu nógvir leikarar verða tiknir út, og tað er stór óvissa um lyklaleikarnar Jóan Símun Edmundsson (skaði) og Gilla Rólantsson Sørensen (koronasmittaður). Tá ein nýtt venjaratoymi kemur til koma nýggj eygu á, og væntast kann, at tað verða nakrar broytingar og í mun til, hvat við sóu í EM-undankappingini í fjør og í Nations League 2018 og kanska nøkur heilt nýggj nøvn.

Tíðindafundur verður í FSF-húsinum í morgin klokkan 10

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder