
Hesir byrjar móti Malta: Gunnar Nielsen - Jóannes Kalsø Danielsen, Heini Vatnsdal, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen - Jóannes Bjartalíð, Brandur Hendriksson Olsen, Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson (L), Meinhard Egilsson Olsen - Klæmint Andrasson Olsen.
Talan verður eina 4-5-1/4-3-3 leikskipan, har tað er eitt sindur óvist hvør av teimum sentralu miðvallaranum hevur tann mest álopskenda leiklutin.
Eykaspælarar: Teitur Matras Gestsson, Tórður Thomsen, Heri Hjalt Mohr, Daniel Johansen, Heðin Hansen, Odmar Færø, Adrian Justinussen, Dan í Soylu, Gunnar Vatnhamar, Andras Lava Olsen, Patrik Johannesen og Jákup Biskopstø Andreasen.
Fyrsta bríksl í fyrsta Nations League-dystinum verður á Tórsvølli kl. 19.45. Hetta er samstundis fyrsti dystur hjá Håkani Ericson og hansara toymi á odda fyri føroyska A-landsliðnum hjá monnum.
Eingir áskoðarar verða til dystin. Kringvarpið vísur dystin og hevur, eins og FM1, beinleiðis útvarpsfrásøgn. Vit dagføra beinleiðis á forsíðuni og hava ymiskt tilfar frá dystinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald