Fótbóltur

Håkan: Skulu hótta teir á sama hátt sum í Føroyum - ynski at vit hava bóltin meira

Video: Svenski landsliðsvenjarin hjá Føroyum tosaði eitt sindur um, hvat arbeitt verður við í mun til møguligar leikskipanir og ætlaðan leikhátt, men eisini um tillaging til umstøður og undirlag og at taka avjóðingina á seg: - Vit sum Føroyar, lið og áskoðarar vera "underdogs" fríggjakvøldið, men latum okkum merkjast og hoyrast í Parkini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-11-10 20:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Svedala, Svøríki (Portalurin) - Eftir venjingina hjá A-landsliðnum í Svelada í dag fingu vit orðið á Håkan Ericson. Her er ein samandráttur av tí, sum 61-ára gamli sviin segði í heimlandið sínum ym fýra ymisk evni:

Um fyrireikingarnar og venjinginarnar í vikuni
- Mánadagin snúði tað seg mest um at koma í gongd - nakrir leikarar hava spælt í vikuskiftinum - og at koma í gras at venja og at gerast eitt sindur vanir við tað. Vit hava fingið ein, eftir umstøðunum, góðan grasvøll tøkan her í Malmö, ið arbeitt hevur verið nógv við, so vit hava góðar fyritreytir.

Tvær tær seinastu venjingarnar hava verið taktiskar: Í gjár varð serligur dentur lagdir á verjuspælið til venjingini. Í dagsins venjing var tað serliga álopsparturin, ið var í fokus.

Um støðuna í hópinum
- Tað er sjálvandi viktugt, at Sølvi Vatnhamar og René Shaki Joensen eru tøkir aftur, so at vit ikki bert missa leikarar orsakað av skaðum o.ø (m.a eru Gilli Rólantsson, Ári Mohr Jónsson og Meinhard Egilsson Olsen skaddir og Brandur Henrdiksson leikbann, red) men at vit fáa leikarar tøkar aftur. Okkum tørvar allar leikararnar til Danmark í Parkini, sum er ein nóg stór avbjóðing, sum er. Man arbeiður við teimum leikarunum, sum eru tøkir til dystin fríggjakvøldið og trúgva uppá teir

Um leikskipan og leikhátt
- At spæla við fimm í verjuketuni (5-4-1) er ein møguleiki. Tað eydnaðist sum so væl at at spæla við tí móti Skotlandi - serliga í summum løtum. Tað riggaði tó eisini væl við fýrabaksketu móti Danmark, ið, eins og skotar, skora einasta málið í dystinum á Tórsvølli fimm minuttir fyri tíð. Vit flyta okkum og arbeiða í ymsum skipanum, útfrá leikarum vit hava tøkar, og hvørja dystarætlan vit leggja okkum eftir. Tað er greitt, at vit vænta at tað verður nógv verjuspæl hjá okkum fríggjakvøldið.

- Síðst móti Danmark skaptu vit málmøguleikar frá deyðbólsstøðum og longum útspørkum, og tað skulu vit aftur hesuferð. Tó ynski eg, at vit í løtum megna at hava bóltin eitt sindur meira og longri enn í heimadystinum - tað er okkara dreymur.

Um at spæla á útivølli - frammanfyri fyri umleið 35.000 dønum í Parkini - og fyrireika seg til júst tað.

- Vit skulu ikki gera so nógv burturúr tí, uttan nýta tað til at fáa meira energi. Vit fara í annaðkvøld at arbeiða nakað við at venja okkum við ljóðið og arbeiða við at fylgja einari dystarætlan og hava tamarhald. 

- Tað kann vera frálíkur íblástur: Vit eru "underdogs" móti danska liðnum, Føroyar eru í stóru myndini "underdogs" móti Danmark, føroysku áskoðarnir eru "underdogs" kring leikvøllin: Men latum okkum taka avbjóðingina á okkum, so at vit merkjast og teir hoyrast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder