
Mánadagin klokkan 10 bjóðar Fótbóltssambandið til tíðindafund í FSF-húsinum.
Á tíðindafundinum fer Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, at kunngera hópin til landsdystirnar móti Gibraltar og Liktinstein, og Sámal Erik Hentze fer at úttaka U21-hópin til EM-undankappingardystirnar móti Fraklandi og Norðurmakedónia.
Leygardagin 26. mars klokkan 17 spæla Gibraltar og Føroyar á Victoria Stadion í Gibraltar, og týsdagin 29. mars klokkan 16 spæla Liktinstein og Føroyar á Pinatar Arena í Spania.
U21-landsdystirnir í hesum umfarinum verða spældir hósdagin 24. mars (Frakland – Føroyar, klokkan 19:45) og tysdagin 29. mars (Norðurmakedónia – Føroyar, klokkan 17).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald