Í fjør gjørdust Elias Ellefsen á Skipagøtu og THW Kiel steypavinnarar, og seinnapartin hevur enn ein føroyingur úr sterka 2002-árganginum góðan møguleika at vinna DHB Pokal.
Hákun West av Teigum hevur longu roynt at spælt finalu í Lanxess Arena - og staðið seg ógvuliga væl í stóru høllini í Köln. Hetta var við sjey málum í Champions League-finaluni í fjør.
Sí eisini: Hákun West av Teigum millum toppskjúttarnar í Champions League-finaluni
Tað rakk ikki til gull hjá Füchse tá, men í dag er møguleikin. Hetta í týsku steypakappingini og hesaferð sleppa Hákun og teir undan Magdeburg.
Tann annars vælsmurda maskinan úr gamla Eysturtýsklandi koyrdi ikki nóg væl í hálvfinaluni í gjár, har Bergischer púra óvæntað vann á Champions League-vinnarunum. Tað gjørdi liðið á 15. plássið í Bundesliguni við sigri í brotskastskapping (22-22 eftir vanliga leiktíð). Millum annað misnýtti Ómar Ingi Magnusson úr sjey metrum.
Hæddarpunkt frá dramatisku hálvfinaluni síggjast her:
Füchse gjørdi sítt - føroyingurin fyrsta og síðsta orðið og púra tryggur
Hinvegin livdi Füchse Berlin upp til sín favorittleiklut í fyrra "Final Four-dystinum" í Köln. Tað var tó ikki lætt móti Lemgo, sum liggur nummar 6 í Bundesliguni og sum gav týsku meistarunum ein skarpan gang í landskappingardysti síðsta vikuskifti (33-34)
Hesaferð endaði tað 39-36 til "revarnar úr høvuðstaðnum". 20-16 í steðginum men Lemgo fekk munin niður á eitt nakrar ferðir eftir steðgin. Síðani syrgdu verjan og serliga Mathias Gidsel fyri, at tað ikki gjørdist spennandi móti endanum.
![]()
Hákun West av Teigum er týskur meistari, og landsliðsprofilurin kann í dag eisini gerast týskur steypavinnari við Füchse Berlin (Mynd. EPA)
Hákun West av Teigum slapp at seta punktum. 24-ára høgri vongurin skoraði eisini fyrsta málið í hálvfinaluni, umframt eitt mál beint eftir steðgin. Føroyingurin var púra tryggur: Trý skot og trý mál.
Sí hæddarpunktini ovast ella á Youtube
Hákun fer sjálvandi at royna at raka sama prosenttal í dag, tá finalan móti Bergischer er á skránni klokkan 14.45. Füchse Berlin stendur sjálvandi sum stórfavorittur seinnapartin.
Týska steypafinalan, við føroyskari luttøku, sæst á Viaplay
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald