Flogbóltssamband Føroya: Hákun Nón og Rani Ákason hava í morgun vunnið 2-1 (21-19, 18-21, 15-11) á einum liði úr Armenia.
Við tað at liðið úr Armenia tapti teirra fyrsta dyst í morgun, eru Hákun og Rani vísir í, at teir enda á í minsta lagið 2. plássi í innleiðandi bólkinum.
Um teir vinna næsta dystin á liðið úr Andorra, so enda teir á 1. plássi í bólkinum.
Hetta er tó uttan týdning, tí teir hava við sigrinum í morgun longu vunnið seg víðari í kappingini og skulu nú næstu dagarnar leika í sjálvum endapspælinum um evropiska meistaraheitið í sandflogbólti fyri U18 dreingir.
Hetta er søguligt fyri føroyskan flogbólt og onki minni enn eitt bragd.
Osla og Maria Teresa byrjaðu fyrr í morgun. Tær taptu 2-0 (21-18, 21-8) ímóti liði úr Aserbadjan. Her var týðiligt, at nógvi hitin darvaði ungu genturnar, sum hava aldur til somu kapping aftur næsta ár.
Næsti dysturin var ímóti liði úr Armenia. Hendan taptu genturnar 2-1 (17-21, 21-7, 15-11). Harvið eru Osla og Maria Teresa lidnar við teirra kapping á hesum sinni.
Hákun, Rani, Osla og Maria Teresa leika í tí, sum fyri tey eru nýggjar og óvanligar umstøður. Hitin í Georgia er 32 stig í skugganum, og tey leika í sólini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald