
Hann hevur so at siga ikki brent í Champions League - ella yvirhøvur hetta kappingarárið - og føroyski høgri vongurin er partur av einum liði, sum hevur fult stigatal í Champions League 2025/2026.
Tað helt annars hart hjá Füchse Berlin á heimavølli í gjár. Nógv harðari enn man væntaði áðrenn dystin móti rumensku meistarunum. Dinamo Bucaresti hevði einki stig undan uppgerðini í týska høvuðsstaðnum men trýsti týsku meistararnar allan vegin.
Tað var 16-18 í steðginum, men í seinastu løtunum var Füchse omaná. Heimaliðið fekk eitt heldur ivasamt brotskast, beint sum tíðin fór, og har helt Tobias Grøndahl høvdið púra kalt.
32-31 til Füchse og átta stig fyri fýra dystir.
Hákun West av Teigum hevur havt sín leiklut. Í gjár skoraði hann fýra mál - øll fyri steðgin. 23-ára gamli hoyvíkingurin var 100 prsent av dystinum, tí Hákun hevði fýra skot.
Eitt av málunum, tíðliga í dystinum, sæst ovast ella her
Tað er ikki sum vant av vonginum ella í mótálopinum. Nummar 34 fann pláss á strikuni í yvirgongd, og Mathias Gidsel fann føroyingin, sum var tryggur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald