Hondbóltur

Hákun og teir vunnu týðandi sigur í Kiel

Fücshe Berlin er nú einsamalt oddalið í Bundesliguni, meðan 1. plássið er nú so mikið langt burtur hjá Eliasi á Skipagøtu og teimum, at meistaraheiti so at siga er farið.

Hákun West av Teigum og Fücshe Berlin tóku stórt fem móti meistaraheitinum - og í øllum førinum Champions League-plássi - í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hákun West av Teigum og Fücshe Berlin tóku stórt fem móti meistaraheitinum - og í øllum førinum Champions League-plássi - í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-04-16 22:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Liðini hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Hákuni West av Teigum spældu í kvøld lykladyst í Kiel.

Fücshe fór avstað fyri steðin, og heimaliðið fell ikki vent tí ordliga í 2. hálvleiki, hóast tað gekst væl við málskjótingini.


Sí hæddarpunkt her

Tað endaði 36-34 til útiliðið, sum verður einsamalt oddalið í nakrar dagar í øllum førum. Sunnudagin spælir Fücshe aftur ein stóran dyst: Á heimvølli móti Vilhelmi Poulsen og Hannover-Burgdorf sum eru trý stig aftanfyri í løtuni.

Hákun og teir hava eisini Champions League-fjórðingsfinalurn fyri framman. Elias Ellefsen a Skipagøtu teir gjørdust týskir steypavinnarar sunnudagin, men í dag eydnaðist ikki at fáa nakað burturúr.

Harvið er Kiel nú seks stig frá 1. plássinum. Liðið hevur átta dystir eftir. Tað snýr seg fyrst og fremst um at koma á Champions League-pláss hjá Kiwl.

Oddastríðið í Bundesliguni í løtuni: 
1.Füchse Berlin 42 stig (Hákun West av Teigum)  *
2. MT Melsungen 40 stig

---------------------------------------------------------------
3TSV Hannover-Burgdorf 39 stig (Vilhelm Poulsen) 
4. THW Kiel 36 stig (Elias Ellefsen á Skipagøtu) *
5. Flensburg-Handewitt 34 stig  (Jóhan á Plógv Hansen) 

*Ein dyst fleiri

Bert tvey tey fremstu plássini geva atgongd til Champions League næsta ár. 34 umfør eru - talan er um 26. umfar nú

Í kvøld skoraði Elias Ellefsen á Skipagøtu fýra mál uppá átta málroyndir. Harvið vóru skotprosenti 50, sum er lágt í hesum førinum. Elias átti tvey upplegg í tapinum.

Hákun West av Teigum hevði tvey skot og skoraði uppá tað eina av teimum í týdingarmikla sigrinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder