Klokkan 14 leygardagin, føroyska tíð, bresta tvey tey bestu týsku hondbóltsliðini seinastu árini saman í mætu Lanxess leikhøllini í Köln: Magdeburg og Füchse Berlin dystast um pláss í Champions League-finaluni.
Tað vóru hesi bæði liðini, sum spældi í sjálvari finaluni í fjør, og í sínari fyrstu Champions League-finalu skein Hákun West av Teigum.
Føroyski høgri vongurin skeyt sjey mál, uppá níggju skot, og gjørdi tað í eyðkendum stíli. Bert íslendski Gisli Kristjansson, hjá vinnarunum úr Magdeburg, skoraði fleiri mál í finaluni.
Her ber til at lesa meira um finaluavriki¨hjá Hákuni West av Teigum - frá 15. juni 2025
Les eisini: Hákun og teir skulu royna at koma aftur í Champions League-finaluna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald