Hondbóltur

Hákun skoraði fýra ferðir í Champions League-stórsigri

Füchse Berlin hevur framvegis ein lítlan møguleika at koma beinleiðis víðari til fjórðingsfinalurnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-02-28 09:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eurofarm Pelister kom til týska høvuðsstaðin við vónini um at røkka einum play-off plássi, men hon hvarv endaliga við 39-29 tapinum, sum norðurmakedónska liðið var fyri í gjárkvøldið.

Hákun West av Teigum og teir vóru eirindaleysir í Max Schmeling høllini. Føroyski høgri vongurin spældi fulla tíð í álopinum og skoraði fýra mál. Eitt teirra var uppá kontraálop. Hákun stjól eisini ein bólt, tá Pelister var í álopinum.

23-ára gamli hoyvíkingurin brendi tvey av sínum seks skotum men kann fegnast um fleiri Champions League mál og ein tryggan tíggju-máls sigur. Enn sum áður, gekk Mathias Gidsel á odda fyri revarnar - hann skeyt 9 mál. Tað gjørdi 22-ára gamli vinstri bakkurin Matthes Langhoff eisini.

Hæddarpunkt hjá EHF frá dystinum síggjast omanfyri ella HER. Einki mál hjá Hákuni er við, men hann hevur í ár størri leiklut hjá Füchse og nú eisini í Champions League.

[object Object]Hákun West av Teigum sær út til at koma inn flúgvandi til EM-undandystirnar móti Hollandi. Hann spældi ein frálíkan dyst móti Flensburg síðsta vikuskifti (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Hákun West av Teigum skoraði fimm mál í stórdysti

39-29 og Füchse Berlin hevur framvegis møguleikan at enda á 2. plássinum í bólkinum, sum saman við 1. plássinum gevur beinleiðis atgongd til fjórðingsfinalurnar. Annars eru play-off dystir neyðugir. 

Tað krevur, at Hákun og teir vinna móti oddaliðnum Vezprem í Ungarn hósdagin, tá seinasta umfar er á skránni. Samstundis skal Sporting CP tapa í Póllandi móti Wisla Plock, ið einki hevur at spæla fyri.

Sí støðuna í bólkinum her - 14 umfør eru, numar 1 og 2 beinleiðis víðari til fjórðingsfinalurnar, meðnan nummar 3-6 spæla play-off (eitt slag av áttandapartsfinalum) móti 3-6 í hinum bólkinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder