
Hákun West av Teigum tykist væl upplagdir, nú fyrstu dystirnir í undankappingini EM 2024 nærkast. Hetta er ógvuliga jaligt fyri føroyska landsliðið, og hansara avrik í gjárkvøldið gjørdist avgerandi fyri Skanderborg Aarhus og evroepisku lagnu tess.
Liðið úr Jútlandi hevði vinna fyrra play-off dystin, ið var í Svøríki í síðstu viku, við einum málið, og í gjárkvøldið eydnaðist aftur at vinna tættan dyst móti Kristianstad.
Heimaliðið var á odda 18-17 í steðginum og vann 35-33. Hákun West av Teigum skoraði seks mál. Føroyski høgri vongurin sleppur harvið at spæla í bólkaspælinum í European League, ið er næststørsta evropeiska kappingin fyri lið hjá EHF.
Sävehof ov stutt
Sävehof var í bólkaspælinum har í fjør og kom eisini víðari men tapti í áttandapartsfinaluni. Hesaferð varð play-off umfarið endastøðin hjá svensku meistarunum.
Tað at Elias Ellefsen á Skipagøtu er skaddur ávirkar helst nógv; systkinabarnið Óli Mittún hevur spælt við í dystinum móti franska stórliðnum Montepellier, og skoraði Óli tvey mál í Fraklandi í gjárkvøldið, tá Sävehof tapti við fýra málum. Tað endaði við javnleiki í Partille í síðstu viku, tá fleiri franskir landsliðsleikarar vitjaðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald