Hondbóltur

Hákun vann á Eliasi

Høgri vongurin skoraði fýra mál, tá Fücshe Berlin vann greitt á Kiel. Í morgin venja teir báðir javngomlu hoyvíkingarnir saman í Føroyum í sambandi við landsdystirnar í vikuni.

Hákun West av Teigum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hákun West av Teigum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-11-03 20:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyingauppgerð var í Bundesliguni seinnapartin. 22-ára gomlu hoyvíkingarnir Hákun West av Teigum og Elias Ellefsen á Skipagøtu hittust til brak í Berlin.

Har var eingin ivi, tá samanum kom. Füsche var á odda við tveimum málum í steðginum (17-15) og skoraði eisini 18 ferðir í seinna hálvleiki. Kiel-verjan fekk ikki vart fyri, og tað hjálpti ikki so nógv at Elias hevði tvey mál (skeyt tríggjar ferðir).

Hákun hevði fýra skot og skoraði eisini fýra mál í trygga sigrinum. Danirnir Lasse Andersson og Mathias Gidsel gingu annars á odda við átta málum hvør.

Heili 35-26 og Fücshe Berlin er nú á triðja plássi: Eitt stig aftanfyri Vilhelm Poulsen og Hannover-Burgdorf og tvey stig aftanfyri oddaliðið Melsungen.

Verri gongst hjá Kiel. Liðið er 6. plássi eftir 9 umfør - tó eru ikki fleiri enn tvey stig upp til 3. pláss. Jóhan á Plógv Hansen og Flensburg-Handewitt eru við at lyfta seg upp ímoti ovaru liðunum.

Hákun West av Teigum og Elias Ellefsen á Skipagøtu seta skjótt kós móti heimstaðnum. Fleiri føroyingar venja saman í kvøld - Hákun og Elias eru millum teir seinastu, sum koma í morgin.

Føroyar byrja EM-undankappingina mikukvøldið 6. november klokkan 19 á Hálsi, tá Kosovo vitjar. Útselt er til dystin - meira tilfar um hann í morgin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder