Fótbóltur

Hákun var púra tryggur í Odense

Føroyski høgri vongurin slapp nú framat í Champions League. Hákun West av Teigum spældi 2. hálvleik, hevði fimm skot og skeyt fimm mál í sigrinum á Fredericia..

Hákun West av Teigum hevur ikki fingið so nógvar minuttir seinastu dystirnar, men nú fekk føroyingurin ein hálvleik í álopinum, og var hoyvíkingurin púra tryggur, tá bóltarnir komu til hann (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hákun West av Teigum hevur ikki fingið so nógvar minuttir seinastu dystirnar, men nú fekk føroyingurin ein hálvleik í álopinum, og var hoyvíkingurin púra tryggur, tá bóltarnir komu til hann (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-09-27 10:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Füchse Berlin spældi í gjárkvøldið í Odense, har Fredericia HC hevur heimavøll í Champions League, tí at sín egni heimavøllur ikki er góðkendur til Champions League.

Talan var um triðja umfar í Champions League-bólkaspælinum. Fredericia hevði tapt tveir teir fyrstu dystirnar stórt, men bjóðaði í gjár liðnum úr Bundesliguni av.

Tað var 17-17 í steðginum. Tobias Reichmann spældi á høgra vongi í 1. hálvleiki. Royndi týskarin hevur spælt flestu minuttirnar í seinastuni, men hann fekk einki skot.

Ístaðin kom Hákun West av Teigum inn til sínar fyrstu Champions League minuttir, og 22-ára gamli hoyvíkingingurin tók av.

Hann hevði fimm skot og skoraði fimm mál: 100 prosent. Eitt gott kvøld føroyinginum á Fjóni. Füchse fór eisini so líðandi frá Fredericia og vann 38-32.

Hæddarpunkt frá dystinum síggjast her - einki mál hjá Hákuni er við.

Fýra stig eftir trý umfør. Næsta uppgávan er Erlangen á heimavølli sunnukvøldið. Byrjanin í Bundesliguni hevur ikki verið nakað serlig hjá "revunum".

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder