Ungi føroyski honsbóltsspælarin Hákun West av Teigum, hevur longt sáttmálan við Skanderborg við trimum árum til 2024.
Hákun flutti til Skanderborg fyri at ganga á hondbóltsakademinum har, SHEA. Men í ár megnaði hann at spæla seg inn á besta liðið eisini umframt U19-liðið, har hann hevur verið fastur maður. Nú hevur ungi leikarin so longt sáttmálan til 2024, skrivar heimasíðan hjá Skanderborg Håndbold.
Felagið kallar Hákun fyri eitt av størstu vongtalentunum í donsku liguni í løtuni.
Heimasíðan lýsir stríðsviljan hjá føroyska vonginum soleiðis.
- Eitt dømi um viljan hjá Hákuni kom fyrr í ár. Hann hevði saman við besta liðnum spælt ein miðvikudyst undir vanligt støði móti KIF Kolding. Sunnudagin eftir skuldi hann spæla við U19 á útivølli móti Skjern Håndbold. Hákun fór av vøllinum sum toppskjútti við 14 málum í 16 royndum, harav bert eitt upp á brotskast. Tað er einastandandi avrik frá okkara unga vongi.
Sjálvur sigur Hákun soleiðis við heimasíðuna hjá felagnum.
- Eg gleðist um at leingja sáttmálan. Hetta er mítt triðja ár í Skanderborg, harav tey bæði fyrstu vóru á SHEA. Eg síggi nú fram til at spæla í trý ár afturat fyri Skanderborg Håndbold har møguleikarnir fyri at menna meg sum hondbóltsspælari eru rættiliga góðir.
Við sáttmálanum hevur Skanderborg Håndbold eisini givið Hákuni álit, tí felagið trýr, at hann kann mennast til at gerast ein spælari á allar hægsta stigi. Men tað krevur, at hann ger tað, ið krevst í venjingarhølunum, skrivar heimasíðan hjá Skanderborg Håndbold.
Skanderborg Håndbold liggur í løtuni á fimta plássi í donsku HTH-liguni fyri menn. Hákun West av Teigum er skrásettur fyri 9 mál í 10 dystum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald