FIFA hevur kunngjørt sín styrkislista fyri manslandslið fyri síðstu ferð í ár. Eftir HM-undankappingina kann av álvara gerast upp hjá Føroyum, og tað at bólkurin hevur verið torførur, og at stig bert eru komin til høldar móti Moldova, ið er nummar 181 í heiminum, merkist.
Føroyar hava næstan 50 styrikisstig færri, enn tá undankappingin byrjaði, og eru 16 pláss lægri. Hetta árið er liðið hjá Håkani Ericson farið frá nummar 107 til nummar 123 - hetta eftir úti- og heimadystir móti hesum liðum: Danmark (nummar 12), Eysturríki (nummar 23), Skotlandi (nummar 48), Ísrael (nummar 87) og so Moldova.
Føroyar hava í ár bast Moldova - og eisini Liktinstein - á Tórsvølli. Bæði eru nakað niðanfyri á styrkislistanum (Mynd: Jens Kr. Vang)
Umframt hesar HM-undankappingardystir hava Føroyar spælt tveir venjingardystir -báðir á heimavølli í juni. Ísland - nummar 62 á listanum - vann 1-0 á Tórsvølli, men Liktinstein, ið er nummar 191 og harvið triðniðast av evropeisku londunum - varð sent heim við 5-1 tapið.
Hyggja vit fram ímóti Nations League-kappingini næsta ár, so er áhugavert, at tvey av mótstøðuliðunum kunnu metast nøkulunda javnleik á ymsan hátt:
Nations League-bólkurin næsta ár - seinasta pláss á styrkislistanum
Turkaland - 37
Luksemborg - 93
Føroyar - 123
Litava - 136
Føroyar havur átta evropeisk lond undir sær á styrkislistanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald