
Fremsta danska fótbóltsdeildin fór í gongd aftur fríggjakvøldið eftir ein steðg, ið hevur varðað næstan tveir mánaðir.
Hallur Hansson leiddi í gjár sítt lið út á MCH Arena, og Horsens helt ikki bert málið reint móti greiða oddaliðnum, men teir gulu vunnu dystin.
Louka Prip skoraði einsamalla málið í dystinum tíggju minuttir fyri hálvleik.
AC Horsens liggur nummar 10 og skal sunnudagin spæla ímóti Brøndby í seinasta dystinum í grundspælinum. Hallur og liðfelagarnir veittu við sigrinum í gjár FCK eina hjálpandi hond. Høvuðsstaðarfelagið vann 4-1 í Lyngby og hevur nú níggju stig upp til FC Midtjylland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald