
AC Horsens við Hallur Hannson á liðnum vann í dag 2-1 móti OB á heimavølli. Baskim Kadrii legði gestirnar á odda í fyrra hálvleiki. bæði málini hjá Horsens komu í seinna hálvleiki. tað fyrr var eitt sjálvmál, meðan Bjarke Jacobsen skoraði tað seinna.
Hallur Hansson spældi 90 minuttir fyri fyrstu ferð síðan hann breyt armin. Hallur eisini fekk gult kort í Horsens sigrinum.
Við sigrinum kom Horsens uppá 10. pláss har teir hava 21 stig fyri 18 dystir.
Í Bielefeld heldur góða gongdin fram. Í dag vunnu teir 1-3 á útivølli ímóti Darmstadt. Fabian Klos skoraði tvey av málinum hjá Bielefeld, meðan Andreas Voglsammer skoraði tað síðsta.
Jóan Símun Edmundson spæli 67 minuttir fyri Bielfeld, har hann var við frá byrjan fyri fyrstu fer síðan dystin móti Hamburger SV 21. oktober.
Við sigrinum kom Bielfeld uppá fyrsta pláss í 2. Bundesliguni, har teir hava 32 stig fyri 15 dystir. HSV liggur trý stig aftanfyri á øðrum plássi, meðan tað er seks stig niður til Stuttgart á triðja plássið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald