
Eftir at landsliðsvenjararnir í hondbólti í fyrstu atløgu tóku 14 leikarar út til dystirnar móti Niðurlondum í næstum, eru nøvn nú sett á seinastu tveir leikararnir. Talan verður um Hall Arason úr Afturelding í Íslandi og Rógva Dal Christiansen úr Kyndli.
Hallur Arason spældi sín fyrsta og higartil einasta A-landsdyst móti Rumenia í mars 2023.
Sambært handballstatz.com er tað nú fimm ár síðan Rógvi Dal Christiansen seinast spældi á A-landsliðnum. Hann er skrássettur fyri 18 A-landsdystir. Rógvi verður sostatt einasti leikari í hópinum, sum dagliga spælir í føroysku hondbóltskappingini.
Rógvi Dal Christiansen verður einasti á landsliðnum, sum til dagligt spælir í føroysku kappingini. Myndin er frá landsliðsvenjing í 2019 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Sostatt eru hesir úttiknir til dystirnar móti Niðurlondum:
Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DAN)
Aleksandar Lacok, Lugi Handboll (SVØ)
Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SVØ)
Óli Mittún, IK Sävehof (SVØ)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (TÝS)
Bjarni í Selvindi, Valur (ÍSL)
Hallur Arason, Afturelding (ÍSL)
Vengur:
Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (DAN)
Leivur Mortensen, FIF Håndbold (DAN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (TÝS)
Allan Norðberg, Valur (ÍSL)
Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DAN)
Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (DAN)
Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (SVØ)
Rógvi Dal Christiansen, Kyndil
EM-undankappingardystirnir móti Niðurlondum verða leiktir við Tjarnir mikudagin 12. mars klokkan 19, og í Almere í Niðurlondum,sunnudagin 16. mars klokkan 14, føroyska tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald