2020-12-09 08:55
Liðformaðurin á føroyska landsliðnum, Hallur Hansson, skal hava nýggjan venjara í danska superliga felagnum AC Horsens, har hann eisini er liðformaður.
Tað hevur gingið illa hjá Horsens eftir at Jonas Dal tók yvir í summar. Í fyrstu ellivu umførunum hevur liðið bert fingið seks stig og liggur á næstaftasta plássið.
Ringa byrjanin uppá kappingarárið fær nú avleiðingar fyri venjaran, ið varð sagdur úr starvið týsdagin.
Hjálparvenjarin Mads Lyng tekur yvir í venjarasessinum fram til ársskiftið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald