
Hann vann sjálvur bóltin, tá FC Nordsjælland tók stutt málspark, og so kundi 10'arin og liðformaðurin hjá AC Horsens róliga seta bóltin í málið hjá heimaliðnum. Hetta var í 16. minutti av dystinum í Farum í 6. umfari
Málið hjá Halli Hanssyni, hansara fyrsta í Superliguni í ár, sá leingi út til at gerast sigursmálið í dystinum, men í 88. minutti javnaði innskifti Abu Francis fyri heimaliðið.
Harvið fekk Horsens ikki sín fyrsta sigur í ár, men ístaðin sín annan javnleik. Horsens hevur, saman við Lyngby, tvey stig fyri seks stig, men liðið hjá Jonas Dal hevur verri málúrttøku og er harvið aftast í Superliguni, eftir at næstan øll liðini hava spælt seks dystir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald