Hondbóltur

Hálvfinalistarnir hjá monnum funnir

H71-StÍF og Neistin-KÍF hittast í hálvfinaluni í steypakappingini hjá monnum.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-02-03 22:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verða H71 og StÍF sum spæla í aðrari hálvfinaluni í steypakappingini hjá monnum meðan Neistin og KÍF spæla í hinari.

Hetta er greitt, eftir at seinasta umfar í bólkaspælinum í Faxe Kondi-kappingini hjá monnum varð leikt kring landið í kvøld.

H71 vann bólk 1 við fullari úrtøku upp á seks stig, og skal spæla ímóti StÍF, sum endaði á øðrum plássi í bólki 2 við tveimum stigum. StÍF hevði eisini eins nógv stig sum Kyndil, ið strandingar vunnu á í kvøld. StÍF fer víðari orsakað av betri innanhýsis málmuni enn Kyndil og VÍF

Neistin fekk fult stigatal í bólki 2 við seks stigum, og skal spæla móti KÍF, sum vann tveir dystir í bólki 1.

Úrslitini í kvøld:

Bólkur 1

KÍF - H71 2 (36-24) 20-9
Fríði Weyhe 9 mál, KÍF. Tórmóður Djurhuus 7 mál, H71 2

H71 - Team Klaksvík (34-25) 17-10
Peter Krogh 9 mál, H71. Valentino Valentakovic 6 mál, Team Klaksvík

Stigatalvan í bólki 1
1. H71 (6 stig)
2. KÍF (4 stig)
3. Team Klaksvík (2 stig)
4. H71 2 (0 stig)

Bólkur 2

VÍF - Neistin (31-34) 15-14
Filip Jojic 15 mál, VÍF. Dánjal Ragnarsson 7 mál, Neistin

StÍF - Kyndil (25-21) 11-11
Jóannes Prestá 7 mál, StÍF. Anders Risdal 7 mál, Kyndil

Stigatalvan í bólki 2
1. Neistin (6 stig)
2. StÍF (2 stig)
3. VÍF (2 stig)
4. Kyndil (2 stig)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder