Fótbóltur

Hálvleikur á Tórsvølli: KÍ eitt mál og ein mann í undirtali

KÍ hevur megnað at lagt trýst á finska mótstøðuliðið, men enn hevur tað verið til fánýtis.

Her verður René Shaki vístur av vølli, eftir at hann fekk víst gula kortið fyri aðru ferð í dagsins dysti. (Mynd: Sverri Egholm)

Her verður René Shaki vístur av vølli, eftir at hann fekk víst gula kortið fyri aðru ferð í dagsins dysti. (Mynd: Sverri Egholm)

2024-08-22 20:34 Author image
Áron Vest
placeholder

Tá eitt korter var farið av dystinum, gjørdist støðan 1-0 til gestirnar. Skotski málskorarin hjá gestunum úr Finnlandi, Lee Erwin, fekk snýtt eini 3-4 verjuleikarar hjá KÍ av, áðrenn hann úr 10 metrum setti bóltin hegnisliga í hornið. Málmaðurin hjá KÍ, Mark Jensen, hevði ongan sum helst møguleika av bjarga bóltinum.

KÍ hevur havt fleiri stórar málmøguleikar. Flestu málmøguleikar, ið heimaliðið hevur havt, hava rakt yvirleggjaran.

Tíðliga í dystinum fekk Kristoffer Ødemarksbakken roynt seg úr hvøssum vinkli, men bólturin fór framvið málinum.

Ikki leingi aftaná royndi Albert Ejupi seg úr 25 metrum, men rakti hesin bólturin yvirleggjaran.

Tá ein hálvur tími so var farin, hevði Árni Frederiksberg eina dundurskotsroynd, men eisini hesin bólturin rakti yvirleggjaran. 

René Shaki fremur eftir 38 minuttir eina heldur djarva takkling. Dómarin, belgiski Lawrence Visser, metti, at hetta var nokk til at geva seinna gula kort og vísti harvið René shaki av vøllinum. 

Kring vøllin ljóðar stór misnøgd inná dómaraavrikið. Millum annað hevur hjálparfólk á KÍ bonkinum, umframt liðformaðurin, Páll A. Klettskarð, fingið gult kort fyri at sýna misnøgd á avgerðir dómarans.

Nú farið er til hálvleiks, er mótbrekkan heldur brøtt hjá KÍ.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder