
Tað var ein stór føroysk løta á Oyggjaleika-rennibreytini fyri løtu síðani.
Fyrst kom Julian Gregersen (Treysti) inn sum tann triðji rennarin á hálvmarathon-teininum. Harvið vann hann bronsu annan dagin á rað. Í gjár vann Julian á 5.000 metrateininum.
Tað at hava ein hálvmaraton bronsuvinnara er flott og gott fyri Føroyar í sær sjálvum, men heilt stutt aftaná kom Rógvi Kárason inn sum nummar fimm og skjótt eftir tað Neli Heldarskarð inn sum tann 11. í røðini - teir báðir renna fyri Bragdið.
Rógvi (t.v.) og Neli (t.h) hvør sínumegin Jacob Ejby Stengaard eftir kapping í Føroyum. Nú hava teir báðir rennararnir - ávikavist úr Trongisvági og av Argjum - verið við ar runnið gull heim til Føroyar
So mikið høg pláss merkja, at Føroyar vunnu gull í liðkappingini í hálvmaraton hjá monnum.
Hetta er ikki hent fyrr á Oyggjaleikunum.Harvið var 30. føroyska gullið á hesum leikunum søguligt. Flott avrik hjá Juliani, Rógva og Nela og føroyskari renning.
Hálvmarathon, menn:
3. Julian Gregersen - bronsu í einstaklingakappingini
5. Rógvi Kárason
11. Neli Heldarskarð
Samanlagt høvdu Føroyar besta úrslitið og vinna harvið gull
(tíðirnar koma seinni)
Klaksvíkingurin Julian Gregersen hevur havt eitt frálikt samdøgur á Orknoyggjunum: Tvær bronsur og eitt gull (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Sambært Halli Holm, sum Kringvarpið hevur tosað við, er hetta fyrsta føroyska gullið í langteinarenning síðani á heimabana í 1989.
Seinnapartin eru tríggjar stafettir á skránni - sí meira her: Skulu renna fyri seinastu heiðursmerkjunum
Rógvi Kárason, Julian Gregersen og Neli Heldarskarð: Ovurfegnir eftir søguliga sigurin (Privatmynd)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald