Hondbóltssambandið skal nú hava nýggjan stjóra. Tað er greitt eftir at Hans Jón Thomsen, sum hevur verið stjóri síðan 1. januar í ár, hevur boðað frá, at hann gevst.
Hetta skrivar Hondbóltssambandið á heimasíðuni fyrrapartin.
- Hetta seinasta árið, ið eg havi sitið sum stjóri, hevur verið serstakliga spennandi og avbjóðandi. Menningin í føroyskum hondbólti gongur við rúkandi ferð, og havi eg saman við nógvum dugnaligum fólkum roynt at lofta hesari menning skipanarliga og umsitingarliga. Tó, eftir nógv ár í leiðslu, havi eg valt at gera aðrar raðfestingar, og nú felagsskapurin skal taka næstu tøkini, fari eg at geva stafettina víðari, sigur hann við heimasíðuna hjá HSF.
Hans Jón Thomsen heldur fram sum stjóri til eftir EM-endaspælið í januar ella til nýggjur stjóri er settur.
Í umsitingini hjá HSF starvast í dag, umframt stjóran, trý starvsfólk, sum taka sær av umsitingarliga, fíggjarliga, og ítróttarliga partinum í sambandinum.
Hans Jón Thomsen og hjálparvenjarin á A-landsliðsnum, Julian Johansen (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald