Fótbóltur

Hans Pauli við aftur

Í gjár kom hann inn ímóti Vìkingi, og 34-ára gamli bóltsnillingurin verður í hópinum hjá EB/Streymi restina av árinum. Gestur Bogason Dam fer nú av landinum.

Her í Sørvági í fjør - Hans Pauli (nr.11) er nú við aftur á besta liðnum hjá EB/Streym

Her í Sørvági í fjør - Hans Pauli (nr.11) er nú við aftur á besta liðnum hjá EB/Streym

2019-08-19 08:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað kom helst óvart á tey flestu, at navnið hjá Hans Paula Samuelsen stóð á dómaraseðlanum til dystin Víking - EB/Streym í Sarpugerði í gjár. 34-ára gamli víkamaðurin takkaði fyri seg á hægsta støði við kappingarenda í fjør. 

Í ár hevur Hans Pauli fyri tað mesta spælt í 2. deild - á triðbesta liðnum hjá EB/Streymi. Hann hevur eisini spælt tríggjar dystir við 1. deildarliðnum, og í gjár spældi hann ein hálvleik í Sørvági. 

Hans Pauli Samuelsen kom í 83.minutti í gjár inn til sín dyst nummar 404 í Betrideildini. Talan var ikki um ein einstakan dyst, har veteranurin við fýra meistaraheitum hjálpti til. Venjarin hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen, váttaði fyri bolt.fo í gjárkvøldið, at Hans Pauli nú aftur er partur av hópinum, og tað verður hann restina av kappingarárinum.

Samstundis váttaði Jákup Martin Joensen, at hetta var seinasti dystur hjá Gesti Bogason Dam, ið fer uttanlands í lestrarørindum. Gestur kom aftur til EB/Streym í 2018 eftir nøkur ár í B36. Hetta kappingarárið hevur hann spælt 13 dystur og skorað eitt mál fyri EB/Streym

Tøl: FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder