Hann iðraði seg um at tey bæði góðu skot hansara - serliga tað seinna - ikki fóru í netið.
- Tað er ótrúligt, at málverjarnir altíð skulu vera "heimsins bestu", tá teir spæla ímóti mær, helt Hanus Sørensen heldur skemtiliga fyri.
Nummar 20 sipaði serliga til stórbjargingina, sum slovensku málverjin hevði eftir skot hansara nakað inn í 2. hálvleiki: Dominik Greif úr Slovakia fekk onkursvegna fingrarnar á, so at skotið fór á stongina.
Føroyar fingu tó javnað stutt seinni, og Hanus stórrósti málskjúttanum Adrian Justinussen og liðfeløgunum: Ein av allarbestu spælarunum á vøllinum í kvøld heldur, at føroyska avrikið og 1-1 úrslitið móti Slovakia prógvar, hvat veruliga býr í liðnum.
Hoyr samrøðuna við Hanus Sørensen ovast
Sí eisini: Heldur ringan smakk í munninum eftir Kasakstan - hetta var nakað serligt (Video)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald