Sum vit skrivaðu fyrr í dag, so heldur Haraldur Højgaard ikki fram á Skála. Miðvallarin segði við Portalin í gjár, at hann hevði tikið hesa avgerðina, og at hann var í gongd við at umhugsa tilboðini, ið hann hevði fingið.
Les eisini: Haraldur spælir ikki á Skala komandi ár
Haraldur væntaði ikki, at tað fór at ganga long til, til framtíðin var uppá pláss, og í kvøld kunngerð NSÍ at Saltnes-maðurin aftur skal spæla í gulum og svørtum komandi árini. Hugsandi er, at Haraldur skal avloysa norðmannin Peder Nersveen, ið eftir øllum ikki heldur fram í Føroyu komandi ár.
Talan er um ein tvey-ára sáttmála, ið leikarin við 112 dystum í Betrideildini hevur undirskrivað. Haraldur Reinert Højgaard er uppvaksin í B68. Í summarsteðginum í 2013, skifti hann til NSÍ, har hann leikti í tvey og eitt hálvt ár. Eftir eitt heilt ár úti orsakað av skaða í mjødnini gjørdi Haraldur sáttmála við Skála, ið hann hevur leikt við seinastu tvey árini.
Fótbóltur
Haraldur aftur í NSÍ
24-ára gamli miðvallarin skiftir yvir um Skálafjørðin aftur - hann hevur í kvøld skrivað undir ein tvey ára sáttmála við NSÍ.
Formaðurin í NSÍ, Dánial Hansen, saman við nýggja leikaranum í NSÍ-hópinum (Mynd: nsi.fo)
2019-11-04 21:28
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald