
15 mál vóru á muni, tá samanumkom í Reykjavík í gjárkvøldið. Føroyska A-landsliðið við monnum vísti seg annars væl fram fyrstu stóru 20 minuttirnar, har serliga álopsspælið til tíðir var ein fragd.
Íslendski málverjverjin Viktor Gísli Hallgrímsson var ein múrur til tíðir, og villur kostau dýrt. Føroyar megnaðu ikki at standa ímóti, sum dysturin leið, og munurin í breiddini og í ávísum dygdum og royndum sást.
Les eisini: Tungur lærdómur í Reykjavík
Venjingardystir eru tó mest fyri menning og at geva einum landsliðið virðismiklar minuttir at spæla seg meira saman og royna ymiskt. Júst tað at royna ymiskt nýtti landsliðsvenjaratoymi høvi til í gjár. 17 av teimum 19 tøku spælarunum - Helgi Hildarsson Hoydal dragist við skaða - vóru á vøllinum í gjár, og ymiskar samansetingar í baktetuni vóru, umframt 7 móti 6 í løtum.
Tað vóru bert bakkarnir Bjarni í Selvindi og Kjartan Johansen, sum als ikki vóru í spæl. Tað koma teir helst eina løtu í dag íhvussu er. Elias Ellefsen á Skipagøtu spældi bert 25 minuttir - hansara ávirkan er týðilig.
Spurningurin er so, hvussu kortini verða blandaði í dag, og hvussu dystarmyndin verður. Ísland fer helst eisini at broyta ymiskt. Í gjár spældi stóra stjørnan á høgra bakki, Ómar Ingi Magnusson, allan dystin, og í dag verður Björgvin Páll Gústavsson helst í málinum.
Seinni EM-fyrireikingardysturin millum Føroyar og Ísland í Laugardalshøllini byrjar klokkan 17.30 í kvøld. Kringvarpið vísir dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald