Fótbóltur

Hava endurstovnað Newcastle Føroyar - fimm fólk eru í nevndini

Stovnandi aðalfundur var í Landskrona Sports Bar sunnudagin, áðrenn fleiri Newcastle-fjepparar savnaðust at hyggja eftir dysti. Endamálið við fjepparafelagnum er at skapa samanhald millum fjepparar í Føroyum - bjartskygni valdar.

, Hergeir Eldevig, Búgvi Øster, Kristian Eysturoy Per Heinason og Júst Trygvason - hesir manna nýggju nevndina í Newcastle Føroyar

, Hergeir Eldevig, Búgvi Øster, Kristian Eysturoy Per Heinason og Júst Trygvason - hesir manna nýggju nevndina í Newcastle Føroyar

2022-03-16 18:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Undirtøkan var góð, tá fjepparar hjá enska fótbóltsfelagnum Newcastle United í Føroyum høvdu stovnandi aðalfund í dagí Landskrona Sports Bar.

- Eftir at hava ligið í dvala í fleiri ár, varð føroyska fjepparafelagið hjá Newcastle United endurstovnað. Fjepparar úr øllum landinum hittust í Landskrona Sports Bar seinnapartin sunnudagin, og eftir aðalfundin var dystur á skránni. Hóast tepurt tap, so var lagið gott í fjepparaleguni, tí avrikið var gott og framtíðin er bjartari enn hon hevur verið, síðani tíðarskeiðið undir Keegan mitt í 90-árunum.

Hetta skrivar Newcastle Føroyar í kunningarskrivi í samband við at felagið er endurstovna.

Aðalfundurin valdi fimm fólk í nevndina. Teir ið manna nevndina nú eru Júst Trygvason, formaður, Hergeir Eldevig, peningarøkil, Kristian Eysturoy, skrivari, Per Heinason og Búgvi Øster.

- Endamálið við fjepparafelagnum er stuðla Newcastle United FC og at skapa samanhald millum fjepparar í Føroyum. Fjepparafelagið fer at arbeiða fyri fyri at fremja áhugan fyri og kunnleikan til fótbóltsfelagið Newcastle United í Føroyum. Ætlanin er í hesum sambandi at hava tiltøk, tá dystir eru, og at skipa fyri fótbóltsferðum til heimavøllin á St. James’ Park. 

Newcastle tapti 1-0 fyri Chelsea sunnudagin, men liggur í løtuni nakað frá niðurflytingarstrikuni, ið felagið úr Norðuronglandi annars hevur ligið undir størsta partin av kappingarárinum. Betri hevur gingist, síðani Eddie Howe tók yvir sum venjari, og nú eru tað ógvuliga ríkir menn úr Saudi Arabia, ið eiga felagið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder